german  english  italy  poland  spain  hungary  lettland  sweden  Färöer  japan  serbia  france  russia

Bókasavni hjá Frants Fühmann

Frantz Fühmann (1922-1984) var ein av tíðningarmestu týsku rithøvundunum í seinnu helvt av tjúgundu øld. Han var kendur langt út um eysturtýsku landamørkini, var sera hugtikin av bókum, og fáur savnaði bøkur sum hann.

Bókasavn hansara fevnir um umleið 17.000 bøkur, og umfatar bókmentir av sera ymiskum slag. Í tøttum sambandi við hansara skriving finna vit tað tíðningarmesta av týskari skriving frá átjandu til tjúgunu øld, eins og enskar og franskar bókmentir frá nýtjandu og tjúgundu øld.

Har eru ævintýr, gudalæra, list, heimspeki, trúarlæra, søga, politikkur, samfelagsfrøði, sálarfrøði, og sálargreining, men eisini fakbøkur um minudrift, uppslagsbøkur og leksikon.

Eitt umfatandi savn av frumútgávum er eisnini at finna (serliga um ekspressionistiskar bókmentir), saman við sjálvsomum privat prentum, og upprunagrafiskum verkum.

Tað sigur nakað um listamannin, at meira enn 5 hyllametur eru av signeraðum bókum, eftir kendar høvundar. Á tí langa listanum yvir framstandandi rithøvundar finna vit tveir vinnarar av nobelvirðislønini í bókmentum.

Sjálvsom, og harvið sera áhugavert fyri bókmentagranskarar, er tann stóra nøgdin av undirstrikingum og viðmerkingum (ofta í litum) og hansara kartotek, ið vísir til viðmerkingarnar (6 kartotekskassar við tættskrivaðum kortum). Hesir eru eisini at finna á bókasavninum.

Ofta finna vit eisini hansara initialir á navnablaðnum.

Bókasavni hjá Frantz Fühmann er soleiðis meira enn eitt bókasavn, tað er ein blandingur av hansara rithøvundavirksemi, og tí hann lat eftir seg, sum er skrivað av øðrum.

Bókasavn hansara var, tá hann livdi, á trimum støðum: Íbúðini á Strausberger Platz, í húsunum í Markisch Buchholz, har hann arbeiddi, og í eini handilsíbúð í Berlin.

Í 2003 var á fyrsta sinni alt samalt savnað á einum stað í Historische Sammlung der Zentral und Landesbibliothek Berlin. Her tað er atkomuligt fyri granskarar, og onnur áhuga. Tilfarið er greinað eftir fakøki.

Volker Scharnefsky

Link: Zentral- und Landesbibliothek Berlin - Historical Collections


Übersetzung von Annette und Raymund Nielsen (Vestmanna, Føroyar)